Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er Heidi Holm, ið hevur útbúgving og royndir innan sosialvísund og humanvistfrøði, ið kemur at standa fyri verkætlanini.

Við stuðli úr Búnaðargrunninum avgjørdi Visit Faroe Islands í 2022 at skipa nýggja verkætlan, ið snýr seg um at leggja lunnar undir eina meiri samskipaða og nýskapandi landbúnaðarferðavinnu, ið betri gagnnýtir menningarmøguleikarnar innan bæði ferðavinnuna og landbúnaðin.

Fyrsti liður í arbeiðinum er at kanna grundarlagið og menningarmøguleikarnar, sum liggja í samanrenningini millum landbúnað og ferðavinnu og at orða eina menningarætlan fyri økið. Til hendan partin av arbeiðinum varð lýst eftir verkætlanarfólki, ið komandi hálva árið skal arbeiða miðvíst við uppgávuni. Úrslitið av arbeiðinum verður millum annað ein frágreiðing, ið kastar ljós á føroyska landbúnaðarferðavinnu og hvørji átøk skulu til fyri at styrkja vinnuna.

Tað er Heidi Holm, ið hevur útbúgving innan sosialvísund og humanvistfrøði og starvsroyndir á økinum, ið er sett í starv sum verkætlanarfólk, og sum sostatt skal standa fyri innleiðandi arbeiðinum, ið væntandi verður lagt fram fyri avvarðanbdi partar í summar.

Settur er ein tilvísingarbólkur, ið skal ráðgeva og vegleiða verkætlanarfólkinum í tilgongdini. Tey, ið manna tilvísingarbólkin, eru: Símun Gullaksen, Katrin Petersen, Harriet Olafsdóttir av Gørðum og Jóhan Pauli Helgason.

Ein týðandi partur av arbeiðinum, ið júst er farið í gongd, er at savna saman vitan um royndir, ið vinnurekandi innan landbúnaðin og ferðavinnu hava gjørt sær. Eisini verður kannað, hvussu onnur lond og øki hava skipað seg á økinum.

Tá innleiðandi arbeiðið er liðugt, verður frágreiðing og úrslit løgd fram, væntandi á almennum tiltaki, sum meiri verður at frætta um seinni, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo