Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2024 verður spælt mikudagin og hósdagin, 24. og 25. apríl - Mynd: Bjarni Enghamar

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2024 verður spælt mikudagin og hósdagin, 24. og 25. apríl - Mynd: Bjarni Enghamar

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2024 verður spælt mikudagin og hósdagin, 24. og 25. apríl - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Felagshúsið hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági verður í morgin (týsdagin 2. apríl, skriv.) karmur um lutakastið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið.

Fimtan lið verða í bollanum, og tá dysturin í Betrideildini hjá monnum millum 07 Vestur og EB/Streym er liðugur, verður farið undir lutakastið, ið verður sent beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Lutakastið verður skipað á tann hátt, at fyrsta liðið, ið verður trekt, fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan hini liðini verða trekt sum vanligt. Dystirnir í 1. umfari um Løgmanssteypið verða spældir 24. og 25. apríl.

Finalan í steypakappingini hjá monnum í fjør, sum var millum B68 og HB, og sum HB vann 5-3, bleiv avgjørd við brotssparkskapping, eftir at tað stóð á jøvnum 0-0 aftaná 120 minuttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo