Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður hann beinur eystan, Lot til frískan vind, skýggjað men turt. Dagurin byrjar við hita um frostmarkið og endar við hita um 5 stig.

Týsdagin strúkur í vindi ella hvassur vindur av eystri, regn allan dagin og hitin um 5 stig.

Mikudagin gul av eystri, turt og sólglottar, hitin uppí 8 stig.

Hósdagin lot til frískan vind av landsynningi, turt og kanska mjørki í støðum, hitin um 8 stig.

Fríggjadagin sum frálíður mestsum logn, okkurt æli tíðliga á degnum, sami hiti, um 8 stig.

Næsta vikuskifti verður veðrið gott við ongum avfalli, lítlum vindi av lágætt og sólløtum, hitin uppí 10 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo