
Mynd: KVF

Mynd: KVF
Christian Andreasen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum, og nýggi sessurin krevur broytingar í privata yrkinum, sigur hann í longri samrøðu við KVF.
Christian Andreasen sigur millum annað í samrøðuni, at hann heldur tað er ein trupulleiki, at ein persónur ikki kann arbeiða sum advokatur, tá ið hann eisini er løgtingslimur.
- Løgtingið hevur stjórar, har eru lærarar, har eru ráðgevar og tit hava ongantíð spurt aðrar løgtingslimir um teir hava trupulleikar av at sita í løgtinginum, tá ið teir eru kommunulæknar og lærarar.
Barbara Holm, journalistur, spyr so formannin í Fólkaflokkkinum, um hann ikki sær nakran mun á at vera lærari á Argjum og so advokatur hjá millum annað Bakkafrost, og til tað sigur formaðurin, at advokatar eru vanir við at vita nær ein er inhabilur og ikki inhabilur.
- Men eg fari ikki at góðtaka tað, at eg skal verða noyddur at leggja alt frá mær bara tí eg siti í løgtinginum, tí so mugu vit innføra reglur um, at løgtingslimir ikki kunnu hava onnur størv, sigur Christian Andreasen, formaður í Fólkafokkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo