Ein maður er deyður, eftir at hann í gjár leyp inn í eitt tikarabúr í einum djóragarðinum Yorkshire Wildlife Park, sum er har norðuri í Onglandi, skriva fleiri miðlar.
Tikararnir lupu alt fyri eitt á mannin, sum doyði á staðnum, verður sagt.
Djóragarðurin stongdi alt fyri eitt eftir hendingina og tað verður hann eisini restina av vikuskifitnum, stendur á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



