USA eigur at bjóða sær at yvirtaka danska blokkstuðulin til Føroyar afturfyri hernaðarliga atgongd til oyggjarnar.
Tað heldur amerikansk-ísraelski greinaskrivarin Jose Lev Alvarez í einum kjakinnleggi í amerikanska miðlinum Washington Examiner.
Hann vísir á týdningin, sum Føroyar hava fyri eftirlitið við russiskum kavbátum í Norðuratlantshavi, og ákærir Danmark fyri at brúka blokkstuðulin til at halda Føroyum í ríkisfelagsskapinum.
Uppskotið er, at USA, um føroyingar sjálvir biðja um tað, tryggjar fíggjarligan stuðul í eitt tíggju ára skiftistíðarskeið afturfyri einkarætt til hernaðarliga atgongd.
Alvarez mælir eisini til at seta amerikanska og ísraelska lurtiútgerð í føroyskar aliringar fyri at finna kavbátar. Harumframt skulu ómannað undirsjóvarfør hava støð á føroyskum havnum.
Ísraelsk tøkni kann eftir hansara tykki menna alivinnuna og gera Føroyar minni fíggjarliga bundnar at Danmark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



