

Íslendsku eigararnir av oljufelagnum Magn umhugsa nú at selja felagið.
Tað veit Kringvarpið at siga.
Magn veitir olju til húsarhald og skip umframt at reka fleiri bensinstøðir kring landið. Harumframt hevur Magn eisini hildið seg framat og verið við í grønu umstillingini, og hevur eitt nú vunnið okkurt útboð um at seta vindmyllur upp.
Sum skilst kann hetta vera ein orsøk til, at íslendsku eigararnir nú vilja selja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo