Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi: Tjóðskaparmálið má aftur á breddan í fólkatinginum, nú fólkatingsumboðanin í fýra ár hevur snúð seg um at tekkjast donskum yvirvaldi í Føroyum, sigur Magni Arge, sum stillar upp fyri Tjóðveldi til næsta fólkatingsval.

Hann umboðaði Tjóðveldi á fólkatingi meginpartin av tíðarskeiðnum frá 2015 til 2019 og varpaði tá bjart ljós á føroysk tjóðarrættindi heima í Føroyum, á fólkatingi og longri úti í heimi.

- Eg taki fegin eitt tak aftrat, tí Føroyum tørvar eina tjóðskaparrødd á fólkatingi. Vit kunnu ikki liva við, at tvey sambandsumboð knýta okkum tættari at donskum valdi og kíka øllum, sum Danmark sigur, um tað so snýr seg um Arktis, radaramál ella danska valdstøku í yvirtiknum málum, sigur Magni Arge.

Føroyski sjálvsavgerðarrætturin er undir stórum trýsti, heldur hann, nú danskir politikarar eru farnir at kalla fjarskiftis-, handils- og fiskivinnumál trygdarmál, so teir einvíst kunnu flyta vald, sum føroyingar hava havt í yvirtiknum málum, aftur til Keypmannahavnar, tá tað passar teimum. Tann gongdin skal steðgast, og føroyingar skulu í staðin leggja dent á at flyta ræðisrættin á fleiri málsøkjum heim til Føroya.

- Vit skulu hvønn dag gera greitt, at vit eru tjóð, sum eigur rættin til alt vald í Føroyum. Tann dagin Danmark heilt beinir fyri okkara vinnuliga, handilsliga og politiska rásarúmi, setir tað okkum aftur í amtsstøðuna, og vit missa framtaksmegina, sum er grundarlagið undir okkara vælferð. Stór virðir eru upp á spæl, og tey skulu verjast, sigur hann.

Magni Arge heldur, at radaramálið vísti, at danskir politikarar onki hava lært av stríðnum, sum tók seg upp í sambandi við radaraútbyggingina á Sornfelli í 1959. Alt skuldi tá gerast uttan um løgting og Føroya fólk, og hetta gjørdist eisini gongdin í 2022, hóast føroyingar vildu nakað heilt annað.

- Kanningin hjá Setrinum um hetta málið vísti, at 75 prosent av Føroya fólki antin vildu hava málið í løgtingið til viðgerðar ella á fólkaatkvøðu. Kortini fekk fólkið ikki sín vilja, hóast vit bæði kundu sett krav um at umsitið radaran fyri NATO og farið undir at yvirtikið loftrúmið, sigur hann.

Boðskapurin um, at føroyingar vilja hava sjálvberandi búskap, skal eisini berast greitt fram í fólkatinginum.

- Vit hava fastfryst blokkin á 642 mió. kr. Allir flokkar eru samdir um hetta, og blokkurin er nú bara 9 prosent av fíggjarlógini og 3 prosent av BTÚ. Sjálvberandi búskapur má vera okkara felags mál. Tá ber ikki til at hava fólkatingsmenn, sum seta gomlu refusiónsskipanina í verk aftur við at nartla burtur av donsku fíggjarlógini til líkt og ólíkt í Føroyum, sigur hann.

Magni Arge heldur, at Tjóðveldi hevur góðan møguleika at vinna annan fólkatingsessin á valinum hesaferð.

- Ongin roknaði við okkum í 2015, men vit gjørdust størsti flokkur við einum greiðum boðskapi um at tala Føroya søk um allan heim. Tjóðskaparvongurin kann saktans vinna annan sessin aftur, um øll tjóðskaparhugað standa saman um at koppa øðrum sambandsumboðnum, staðfestir Magni Arge.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo