Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Felagið Nótaskip: Føroyska makrelveiðan í ár setir met. Til og við í gjár var samlaða fráboðaða veiðan tilsamans 157 tús tons. Tað mesta vit annars higartil hava fiskað av makreli í einum ári, var í 2014, tá veiðan var uml 150 tús. tons.

Av felagskvotuni við hámarki á 55 tús. tons, eru nú 17.400 tons eftir. Føroyska kvotan í 2023 er 132 tús. tons, tá býtt er við onnur lond, umframt 11 tús. tons, sum eru flutt frá 2022 eftir regluni um 10% flyting. Av hesum tilsamans 144 tús. tonsunum eru 24 tús. eftir at fiska. Av samlaðu veiðuni í ár eru 65% fiskað í føroyskum sjógvi og 35% í altjóða sjógvi.

Nógv tað mesta av makrelinum í ár er landaður til ídna, tí frystivirkini hava ikki tikið ímóti makreli síðan í juli. Pelagos hevur tó hesa vikuna tó tikið ímóti tveimum lastum, sum hvør var 800 tons.

Avreiðingarprísurin hevur verið góður, og í løtuni liggur hann um 7 kr. fyri kilo. 18 føroysk makrelskip eru úti í løtuni. 11 royna í altjóðasjógvi og 7 í føroyskum sjógvi.

Hóskvøldið á midnátt fer undantaksloyvi til at landa makrel uttanlands úr gildi, og Vørn sigur, at treytin er, at landingin skal vera byrjað fyri midnátt.

Meira enn 50 norsk uppisjóvarskip royna eftir makreli tætt við føroyska markið. Tey hava ikki nakran rokfiskiskap, tí skipini sum selja um norsku uppboðssøluna í dag, hava bara 2-300 tons í hvørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo