Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Upp undir valið vóru flestu flokkar blíðir viðvíkjandi mótrokningini hjá pensjonistum, og í Breddanum í dag var hetta eisini evnið, har trý umboð vóru fyri tríggjar flokkar á tingi.

Sum sagt var í Breddanum, so arbeiðir samgongan við málinum um mótrokningina, og kanska kemur eitt uppskot um mótrokningina einaferð í heyst.

Eitt annað mál sum eisini hevur verið nevnt, er lønin og eftirlønin hjá løgtingsfólki.

Løgtingsfólk upparbeiða eftir færri árum enn ein vanligur arbeiðari, eina góða eftirløn, og tá ið VP í 2022 spurdi um eftirlønina hjá løgtingsfólki, svaraði Løgtingsskrivstovan, at:

- Hægsta útgjaldið var í august í 2022 31.171,27 kr. og var samlaða eftirlønarútgjaldið fyri august 2022 684.118,97 kr.

VP fregnaðist um, hvussu gongst í arbeiðinum viðvíkjandi lønunum og eftirlønunum hjá løgtingsfólk, og setti løgtingsforkvinnuni Bjørt Samuelsen spurningin, sum løgtingsforkvinnan var skjót at svara:

- Málið um lønir- og eftirlønir hjá løgtingsfólki er tikið upp og verður viðgjørt í formansskapinum.

- Fundir hava verið við allar flokkar á Løgtingi um málið, og arbeitt verður nú víðari við málinum, sigur løgtingsforkvinnan.

Undir tjakinum um mótrokningina hjá pensjonistum, hevur verið nevnt, at verður talið hækkað til eini 80-90.000 krónur (tað er 45.000 nú) sum pensjonisturin kann tjena uttan mótrokning, ella mótrokningin heilt strikað, so fer hetta at kosta landskassanum einar 80 - 100 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo