VP spurdi bæði Sjúkrahúsverkið og eisini Heilsumálaráðið tríggjar spurningar viðvíkjandi, hví Føroyar ikki hava ein PET-skannara.
Spurt var eisini, nær vit kunnu rokna við at fáa eina PET-skannara, so sleppast kann undan at senda sjúklingar niður til Danmark til slíka skanning.
Sjúkrahúsverkið svaraði spurningunum, og kann tann greinin lesast - trýst her
Í morgun er so Heilsumálaráðið komið við einum ískoyti til svarið frá Sjúkrahúsverkinum, har sagt verður:
- Heilsumálaráðið kann leggja afturat, at landsstýriskvinnan fer at taka hetta málið upp í sambandi við komandi viðgerð av fíggjarlógini.
- Í hesum sambandi skal málið lýsast nærri, hvat tað krevur av umbygging, hølisviðurskiftum, krøv til fakligar førleikar og møguligar rakstrarútreiðslur v.m.
- Eisini ætlar landsstýriskvinnan at taka hetta málið upp við Krabbameinsráðið, ið er ráðgevandi hjá landsstýriskvinnuni í krabbameinsmálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo