Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-014/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um Tesla MR-skannara til Klaksvíkar sjúkrahús, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur játtað, at hon vil taka ímóti stórfingnu føðingardagsgávuni, Tesla MR-skannaranum, til Klaksvíkar Sjúkrahús á 125 ára føðingardegnum hjá sjúkrahúsinum. Hvar liggur málið í løtuni?

2. Hvat er gjørt, síðani landsstýriskvinnan játtaði at taka ímóti gávuni?

3. Nær kunnu vit rokna við, at fyrsti sjúklingurin verður skannaður í nýggja komandi Tesla skannaranum í Klaksvík?

4. Verður Tesla MR-skannarin bestiltur í ár 2023?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Málið verður fyrireikað í løtuni. Eftir ætlan verður málið lagt fyri Løgtingið til viðgerðar í næstum, sum útreiðsluneutral umbøn um eykajáttan.

Klaksvíkar sjúkrahús og Landsverk hava kannað hølini, har MR-skannarin skal standa. Niðurstøðan er, at hølini egna seg væl til endamálið.

Ein ætlan fyri umbygging er gjørd. Talan er um smærri umbyggingar, m.a. skal gólvið styrkjast har MR-skannarin skal standa, umframt at sjúkrahúsið skal hava nýggja el-innføring og el-talvu.

Arbeiðið í sambandi við umbyggingina er klárt at bjóða út.

Til spurning 3
Um landsstýriskvinnan fær grønt ljós frá Løgtinginum, kann hon fara víðari og geva sjúkrahúsinum boð um, at klárt er at fara undir at bíleggja MR-skannaran. Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur veitarin boðað frá, at leveringstíðin er 14-17 vikur, og tað tekur seks vikur at seta útgerðina upp.

Sambært Sjúkrahúsverkinum tekur innkoyringin væntandi fýra vikur. So samanlagt tekur tað millum 24-27 vikur, frá tí at skannarin er bílagdur til hann kann takast í nýtslu.

Til spurning 4
Við grundarlagi í svarinum frammanfyri, har upplýst verður at málið verður viðgjørt við komandi eykajáttan, kann verða sagt, at um Løgtingið tekur undir við uppskotinum, kann skannarin væntandi bíleggjast stutt eftir, at málið er samtykt. Um so verður skuldi borið til at bílagt skannaran í 2023.

Heilsumálaráðið, 11. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo