Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Leygardagin, 12. mars kl. 16:00 letur Ida Jacobsen upp eina málningaframsýning (fernisering) í Ribarhúsi.

Ida hevur málað tey seinastu árini, og málar hon dagliga myndir, sum liva í hennara sinni og hugaheimi.

Hon býr á Ellis- og røktarheiminum i Runavík, er ættað úr Fuglafirði og er áttati fýra ára gomul. Ida hevur altíð verið stak poetisk, skemtingarsom, dugir væl at siga frá og hugnalig at vera saman við. Hon hevur verið sjúk síðani 2008, fær ikki gingið og kann bert brúka aðra hondina. Vælsignað veri hon og hondin. Tað er undranarvert, at hon dag og dagliga kann sita við sínum penslabørnum og fáa tey at gera,  sum hon vil.

Ida vaks upp á Bakkanum í Fuglafirði. Foreldur hennara vóru Inga og Jógvan Magnussen. Tey vóru 11 systkin -10 gentur og ein drongur. Tilveran í hesum býlingi var nær knýtt at natúrini, skipum, skipsmanningum, bygdarfólki, javnlíkum, foreldrum, systkjum, abbum og ommum, sum løgdu eina dýpd afturat tí dagliga knossinum, sum tá var.

Ida giftist við Aksel Jacobsen í Lon, búsettust Úti á Land í Fuglafirði og fingu tvey børn, Ingu Malenu, býr í Danmark og Jógvan, Jógvan í Lon Jacobsen,  sum býr í Hoyvík og er vorðin professari á Fróðskaparsetri Føroya. Mathilda Abrahamsen og Ida liva nú báðar undir somu lon. Mathilda, systir, flytur fram røðu, tá ið sýningin letur upp. Hon er úr sama umhvørvi á Bakkanum í Fuglafirði.

Framsýningin er opin til týsdagin 29. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo