Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Málráðið handaði 14. mai 2024 Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, eina frágreiðing um, hvørt málráðið virkar eftir lógini um málráð. Tá Málráðið varð skipað við lóg í 2012, varð ásett, at eftir trimum árum skuldi ein frágreiðing skrivast um, hvørt Málráðið virkar eftir ætlan, og um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg. Eitt tað fyrsta, sum landsstýriskvinnan setti í verk, var at fáa hesa frágreiðing til høldar, sum hon nú ætlar at leggja til orðaskiftis í Løgtinginum seinni í ár.

Sirið Stenberg fegnast um, at politiska skipanin í næstum fær høvi at skifta orð um Málráðið, og hvussu tað virkar. Málráðið hevur ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum, tí tað skal røkja, menna og verja føroyska málið, eisini teknmálið. Tað skal harumframt vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum. Ein av uppgávunum hjá Málráðnum er eisini at áseta føroyska stavseting, og á móðurmálsdegnum 25. mars 2024 var fyrsta útgávan av løggildu Stavsetingarorðabókini løgd fram og kann nú nýtast á heimasíðuni hjá Málráðnum. Í Málráðnum eru ellivu limir, og av hesum sita fimm í starvsnevndini.

Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, eru Randi Kúrberg, forkvinna, Helena Kannuberg, varaforkvinna, og Heri J. Joensen, limur í Málráðnum.

Á myndini sæst vinstrumegin Helena Kannuberg, næstforkvinna, í miðjuni Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og høgrumegin Randi Kúrberg, forkvinna.

Frágreiðingin kann lesast her

Heimasíðan hjá Málráðnum: www.malrad.fo

Málráðið er skipað við løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 13. juli 2017, sí Lógasavn (logir.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo