Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú um dagarnar lósu vit í donsku miðlunum, at Keypmannahavnar kommuna tilráddi starvsfólki sínum ikki at brúka orðini mamma og pápi, tí samkynd, tvíkynd og tvørkynd kundu føla seg útihýst av hesum.

Hetta er aftur eitt dømi um glíðibreytina, sum vit ávaraðu um, og eisini enn eitt dømi um, at samkynd, tvíkynd og tvørkynd nú seta dagsskránna. Alt samfelagið skal rættast inn eftir teirra normum. Henda gongdin heldur fram og sýnist ongan enda at fáa. Tá eitt mál er uppnátt, verður nýtt mál sett út í kortið.

Tað er helst bara ein spurningur um tíð inntil somu tilráðingar um at koyra orðini mamma og pápi úr málinum, koma til Føroya. Verður hetta tað næsta málið, sum javnaðarflokkurin og tjóðveldi fara at apa sær eftir, eins og teir hava gjørt í øðrum etiskum málum, so sum hjúnarbandslógini og málinum um sammøður.  

Ynskja vit veruliga, at orðini mamma og pápi skulu fjernast úr málinum? Hvørjum endar hetta við? Ynkja vit veruliga eina uppgerð við allar tær vanligu grundleggjandi familjurelatiónirnar og allan okkara kristna siðaarv?

Í grein í Berlingske Tidende tann 4. okt. 2022 skrivar Henrik Dahl, MF, Liberal Alliance, sociologur og rithøvundur soleiðis m.a. um hetta málið:

(citat byrjar): Den egentlige mening med KKs forslag skal man ikke være i tvivl om: Det gælder om at så tvivl om og mistænkeliggøre, hvad der er normalt. Det gælder om at ødelægge forestillingen om, at mennesket er et biologisk væsen. Og det gælder om at ødelægge fundamentet for samfundet, som vi kender det: At børn har en far og en mor, som de er skabt af, og som har en afgørende betydning for både opvæksten og resten af tilværelsen. Både fordi mor og far er barnets primære, psykologiske relation, og fordi de er den primære sociale relation. (citat enda)

Øll greinin kann lesast í Berlingske Tidende.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo