Tað lítla ljós eg fekk
Mamma, sært tú meg? Eg eri beint her, eg eri bara so lítil enn. Gev tol mamma, um nakrar vikur fert tú at síggja meg. Ja, longu í fimtu viku kanst tú síggja mítt hjarta blinkstra - og bara tvær vikur seinni havi eg alt eg skal brúka, fyri at blíva eitt liðugt menniskja. Og góða mamma, tá eg verið 10 vikur eri eg antin ein drongur ella ein genta - og mamma, tá kanst tú síggja meg sutta tummil! Og mamma, veitst tú hvat tað besta av øllum er? Eg veit, at tú ert mín mamma, eg kenni tína rødd og tín lugt og títt sinnalag. Eg kenni teg longu og eg geri mítt allar besta fyri at yvirliva, tí eg vil so fegin síggja teg.
Nú skal tað lýsa bjart…
Eg seti tað ei undir skeppu, NEI!
Men mamma, tey royna at billa tær inn, at tað bilar einki, um tú lovar teimum, at taka lívið av mær - at tað entá onkuntíð kann vera neyðugt. Tey siga, at tað er heilsurøkt. Men mamma, tað veitst tú væl, at tað ikki er. Eg eri jú livandi og missi lívið. Hví vilt tú hava hesa avgerð mamma, hví vilt tú avgera, um eg skal liva ella doyggja? Og hvat við mínum syskjum mamma - sigur tú tað sama við tey? At tey bara sloppu at liva, tí tú vildi tað? Sigur tú við tey, at tað einki hevði bila, um tú lovaði læknunum at takað lívið av teimum, meðan tey enn vóru í tínum búkið? Eg spyrji bara mamma, tí soleiðis siga tey, at tú skalt siga við meg…
Eg veit hvussu tey gera tað mamma, veitst tú? Eri eg ordiliga lítil, so fáa tey teg at taka eina tablett sum eitrar meg og ger, at eg ikki fáði anda. Verið eg eitt sindur størri, so súgva tey meg í pettir ella skræða meg sundir. Og verið eg enn størri, ja, so mást tú altso føða meg, mamma. Men eg eri jú livandi so tey royna at taka lívið av mær á veg út og onkuntíð mamma, so eri eg enn eitt sindur livandi tá tey síggja meg - og tá havi eg krav uppá linnandi umsorgan til eg ordiliga doyggi – men tað fái eg ikki altíð. Tí tað er strævið hjá teimum mamma, at síggja, at eg enn livið.
Nú skal tað lýsa bjart…
Satan sløkkja vil
Góða mamma, Eg veit, at onkuntíð so vilt tú ikki hava meg, men eg eri longu her og eg vil tær einki ilt. Mín brotsgerð er, at eg eri livandi, fyrigev mær mamma, men eg bað ikki um lívið. Eg fekk tað, júst sum tú hevur fingið títt. Og mítt lív er mítt at liva, mamma. Og elskaða mamma, fell ikki í fátt! Tann sami sum skapti meg hevur eisini skapt teg og hann elskar okkum mamma, kallar okkum enntá síni børn! Og hann hevur skapt okkum í sínari mynd og givið okkum eitt íborði virði. Eg og tú mamma, vit hava sama virði!
Mamma, tað er uppreisn og leking fyri øll - tú kanst velja nakað annað, tú kanst velja at lata meg liva. Og megnar tú meg ikki mamma, so gev meg til onkran annan. Elskaða mamma, hvat hevur tú ikki meira virðing og tign uppiborið – tú, sum letur meg liva - og gevur kærleikan og umsorganina til mín – frá tær.
Ei hann sleppur til…
Sannleikin kemur frá honum, mamma, tí má tað rætta og tað góða altíð hanga saman við tí sanna. Ger tað ikki tað, kann tað hvørki vera rætt ella gott. Mamma, Tað er gott at lata meg liva.
Lýsa bjart bjart bjart bjart, lýsa bjart…
Birita L. Jóansdóttir
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



