Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mánadagin 11. apríl kl. 15.00 byrjar Beatles vikan við einum brakið tá bólkurin hjá Signari í Homrum futtar eitt frálíkt Beatles-sett av á Beatles-torginum í SMS.

Signar sigur:
“Tað byrjaði faktisk við, at beiggi mín Poul Eli, sum er tvey ár eldri enn eg, kom og segði við meg, tá eg var seks ára gamal, at onkur hevði skotið John Lennon. Tá visti eg ikki hvør John Lennon var, men skilti í hvussu er, at okkurt ræðuligt var hent.

Síðani kom tónleikurin hjá the Beatles at fylla meira og meira, fyrst gjøgnum beiggjan Poul Eli, sum rímiliga skjótt átti allar útgávurnar, og síðani gjøgnum mítt egna stereo-anlegg.

Tónleikurin hjá the Beatles hevur síðani gjøgnum árini givið mær so ómetiliga nógv, og tað sum kanska er mest løgið, er at tá eg enn í dag lurti eftir tónleikinum, so fangi eg meg sjálvan í at hugsa, at hatta havi eg ikki lagt merki til fyrr!”

Manningin:
Signar í Homrum: sang og akk gittar
Høgni Fagraberg: gittar og kór
John Johansen: bass og kór
Henning Hjalt Nicodemussen: trummur og kór

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo