

Mánamorgunin letur Fjalsvegur í Vestmanna alment upp fyri ferðslu.
Harvið ber til hjá fólk í býlingunum Miðalsbrekku, Grótbrúgv og Uppi í Vestri at sleppa lættari til og frá húsum.
Vestmanna Kommuna skrivar á heimasíðuni, at arbeiðið á vegnum byrjaði fyri meira enn hálvum øðrum ári síðan.
- Sjálvt um arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, eru vit fegin um, at endiliga kunna koyra eftir Fjalsvegi, og vónað verður, at hendan farleið fer at gera ferðsluna í bygdini lættari hjá øllum borgarum.
Articon hevur gjørt arbeiðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo