Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbanki Føroya: Mangul á bústaðir er ein týðandi fløskuhálsur, sum er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. Búskaparráðið metir tað vera umráðandi, at kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum/byggiøkum - serliga til bygging av íbúðum og øðrum smærri bústaðareindum, so bráfeingistørvurin skjótari verður nøktaður, og at landið somuleiðis ger sítt íkast við at byggja leigubústaðir. Harumframt kunnu Airbnb og líknandi leiguportalar leggja trýst á bústaðarmarknaðin. Tað kann vera vert at hyggja at, hvat onnur lond gera á hesum økinum.

Inflasjónin hevur fingið bankarnar at seta størri krøv til tiltøkupeningin, tá biðið verður um sethúsalán, og tað ávirkar, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða uppá eini sethús. Meklarar greiða frá, at tað nú eru færri, ið bjóða uppá ognirnar, og at fyrstuferðskeypararnir eftir mongu rentuhækkingarnar hava uppaftur verri við at sleppa inn á sethúsamarknaðin. Harafturat er byggitilfarið dýrkað so mikið nógv, at fólk eru vorðin meir afturhaldin við at byggja nýtt ella at keypa sethús, sum krevja umvæling.

Meklarar siga frá, at tað er broyting í eftirspurninginum eftir sethúsum. Tey, ið skulu ogna sær sethús fyri fyrstu ferð, hava verri við at keypa hús í miðstaðarøkinum, eftir at rentan og inflasjónin er økt, og tað hevur millum annað havt við sær, at eftirspurningurin eftir sethúsum úti á bygd er øktur.

Meira kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo