Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nú er skipið hjá Paul Watson, John Paul DeJoria II, farið til Fraklands.

Ongantíð fekst tó prógv fyri, at hvalarættindastríðsmaðurin, Paul Watson, veruliga var umborð.

Eingin mynd ella reportasja frá teim mongu heimildarfólkum, prógvaði ella vísti á nakran hátt, at hann var umborð.

Í Degi og Viku fyri stuttum metti fyrrverandi formaðurin í Grindamannafelagnum, at Watson neyvan var førur fyri at vera umborð.

Báturin hjá Watson er kallaður eftir amerikanska ríkmanninum, sum uppfann hársjampo av merkinum Paul Mitchell, sum nógvir frisørar brúka.

Fleiri gita, at Watson slettis ikki var umborð á bátinum, nú hann var í Føroyum.

VP hevur tí spurt fútan, um nakað prógv er fyri, at Paul Watson yvirhøvur var við umborð.

- Der er i hvert fald rejst tiltale imod ham for ulovlig indrejse uden om paskontrollen til Færøerne.

- Vi har anset det for godtgjort, at han var ombord; men vi har, som du ved, ikke selv været ombord, svarar fútin í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo