Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit koma onga leið við at skifta til grønar orkuloysnir, tí mannagongdirnar um staðseting, uppsetingarkrøv, tøkniligar kravspecifikatiónir og útbjóðing venda skeivt.

Fyri at fáa alt at venda rætt - so verulig ferð kemur á orkuskiftið - er neyðugt, at landsstýrið peikar tey øki út í okkara landi, har mann kann seta vindmyllir upp, ein landsdekkandi staðsetingarætlan fyri vindmyllir.

Hetta merkir, at landsmyndugleikarnir ogna sær lendi frá eigaranum, sum í flestu førum er landsjørð (kongsjørð). Tá hetta er framt, skulu myndugleikarnir, so sum friðingarmyndugleikarnir á staðnum og Yvirfriðingarnevndin góðkenna tað, sum er loyvt at seta upp har, tvs. um vindmyllan skal vera 148 m ella 147,5 m høg (eitt tápuligt dømið er á Gellingarkletti frá Yvirfriðingarnevndini, har trupulleikar íkoma, longu tá farið er undir sjálva uppsetingina av vindmyllunum). Sjálvandi skal eisini byggimyndugleikin á staðnum geva byggiloyvi og onnur neyðug loyvi útvegast.

Tá hetta er klárt, kann mann bjóða út á hesum plássum (ikki “open door”, tvs. tey føri, har ein umsøkjari sjálvur tekur stig til at seta upp vindmyllir á einum givnum øki), men tann, sum hevur lægsta prísin, tá boðið verður út.

Og mann skal ikki kunna kæra, tí tað tænir ongum endamáli við orkuskiftinum, men heldur grammleikanum hjá aktørunum, sum ikki tænir tí grøna orkuskiftinum.

Sum nú er, er einki skil á verandi mannagongdum á orkuøkinum og uppseting av vindmyllum - mannagongdirnar venda skeivt og á høvdinum.

SEV er ein interkommunalur felagskapur og ein so týdningarmikil aktørur í okkara samfelagi, at hesin partur skal ikki privatiserast og fella fyri spekulatión og enda á fremmandum hondum - SEV og tess net, framleiðsla og tænastur er partur av okkara menning á elorkuøkinum og ein lívsæðr fyri virkseminum í okkara samfelag.

Tí eri eg samdur við formanninum í SEV-stýrinum, Kára Johansen, um at vindmylluparturin av grønu orkuframleiðsluni fer í ein annan interkommunalan felagskap, sum kommunurnar eiga og hava ræðið á.

Men, vit hava brúk fyri øllum aktørum fyri at náa tí grøna orkuskiftinum, serliga tá hugsað verður um ovurstóra íløgutørvin komandi árini upp á einar 4-5 mia. kr. til eitt meira fullkomið grønt orkuskifti.

Tí eiga vit at gera tað møguligt hjá tí privata marknaðinum at vera við til orkuskiftið - jú fleiri aktørar eru við, jú skjótari náa vit málinum 2030 og tí grønu leiðini.

Sum nú er venda mannagongdirnar skeivt á orkuøkinum. Hetta fer at tarna framgongdini munandi og gera tað ómøguligt at náa nøkrum orkuskifti í 2030.

Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo