Málið við útbúgving er at fylla eitt tómt sinni, til tað verður eitt opið sinni
- Malcolm Forbes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-035/2023 frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um atgongd inn á brasilska marknaðin

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær væntast brasilski matvørumyndugleikin at koma til Føroya ?

2. Hvørji eru útlitini at fáa sínámillum heilsufrøðiliga góðkenning millum Føroyar og Brasil?

3. Hvørjar eru avbjóðingarnar í hesum sambandi?

Svarað verður undir einum
Á fundi í París 22. mai 2023 við umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan MAPA varð avtalað, at MAPA skuldi koma á eftirlitsvitjan í Føroyum í september 2023.

Á fundinum var boðað frá, at alt tilfarið í hesum sambandi skuldi verða liðugt og klárt hjá MAPA í minsta lagi tveir mánaðir fyri ætlaðu eftirlitsvitjanina, tí at eftirlitsvitjanin í Føroyum skuldi góðkennast í skipanini. Í sambandi við svarið til MAPA – og fyri at hava atgongd til í minsta lagi tveir tulkar – varð skotið upp, at eftirlitsvitjanin varð avgreidd í heystfrítíðini.

Avtalað varð at enda, at Heilsufrøðiliga starvsstovan skuldi senda MAPA eina innbjóðing og samstundis eisini dagføra umsóknina frá 2016.

Vitjanin hevur ikki verið enn. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur spurt eftir vitjanini á donsku sendistovuni í Brasil, men hevur ikki frætt aftur.

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir útlitini fyri at fáa heilsufrøðiliga góðkenning millum Føroyar og Brasil at vera góð, men slík góðkenning fer at krevja nógv av bæði Heilsufrøðiligu starvsstovuni og av virkjunum, sum ætla at útflyta til Brasil. Føroyar hava tó drúgvar royndir frá øðrum avtalum av hesum slag, m.a. avtalur við Russland, Kina og Vjetnam, og tað sæst, at tað ber væl til at hava og røkja slíkar avtalur. Tað er tí einamest MAPA, sum ger av, hvussu uppgávan verður raðfest.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lagt nógva orku í at at fáa heilsufrøðiligu avtaluna í lag, bæði við at fyrireika skrivliga grundarlagið og sjálva eftirlitsvitjanina.

Í tveimum umførum hevur næstan alt verið klárt til sjálva eftirlitsvitjanina, men í báðum førum hevur MAPA avlýst í síðstu løtu.

Leggjast kann afturat, at umframt stóra arbeiðið, ið Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lagt í samskiftið við MAPA, hevur Uttanríkistænastan eisini leingi arbeitt á ymsum mótum við at fremja málið.

Uttanríkistænastan samskiftir m.a. við brasilsku sendistovuna í Keypmannahavn og við donsku sendistovuna í Brasil fyri at vita, hvørjir aðrir møguleikar eru, ið kunnu flyta hetta mál fram á leið.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 23. oktober 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo