Almanna- og bústaðamálaráðið: Maria Tórgarð, leikstjóri, fekk Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2026, sum varð handað á tiltaki hjá Sinnisbata í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober. Tað var Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, sum handaði virðislønina.
Maria Tórgarð fekk virðislønina fyri sítt dirvi og serligu evni at varpa ljós á lívið sum avvarðandi hjá einum, ið livir við álvarsligari sálarsjúku.
Við heimildarfilminum Mammuskepilsið, sum tekur støði í hennara egna lívi og familju, lýsir Maria á ein nærverandi og virðiligan hátt, hvussu tað er at vaksa upp við einum foreldri við sálarsjúku. Filmurin gevur innlit í kenslur og upplivingar, sum ofta eru torførar at seta orð á, og er við til at skapa størri opinleika um sálarsjúku og støðuna hjá avvarðandi.
Í røðu síni legði landsstýriskvinnan dent á týdningin av opinleika og at tora at tosa um tað, sum er trupult.
- Tá eitt menniskja torir at siga sína søgu, kann tað eisini gera tað lættari hjá øðrum at siga sína. Kanska kann tað fáa onkran at kenna seg aftur, hjálpa okkum øðrum at skilja eitt sindur betur og gera, at onkur kennir seg eitt sindur minni einsamallan, segði Margit Stórá, landsstýriskvinna, millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



