

Mikudagin tann 5.juli letur Marius Olsen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum.
Fernisering verður mikudagin 5. juli kl. 18. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Hans Andrias Jacobsen tekur sær av tónleikinum og Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna í mentanarnevnini hjá Klaksvíkar Býráð, sigur nøkur orð.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo