Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Banki Markets Update: Eins og 4. ársfjórðingur í 2023 hevur 1. ársfjórðingur í 2024 yvirskipað verið góður fyri partabrøv. Men ímeðan útlit til lækkandi tjóðbankarentur áttu leiklut í góðu gongdini seinasta ársfjórðing, hevur tað higartil í ár heldur verið m.a. bati í búskaparvøkstri og inntøkum hjá fyritøkum umframt áðurnevndar vónir til vitlíki, sum hava elvt til góðu avkastini. Í roynd og veru rokna íleggjarar í dag ikki við eins stórum rentulækkingum, sum teir gjørdu við ársbyrjan – tørvurin á rentuækkingunum verður av fleiri ikki mettur at vera tann sami, tá bæði búskaparvøkstur og í ávísan mun eisini inflatión í seinastuni hava víst seg at verið hægri enn væntað. Tá partabrævaavkast hóast tað hava verið góð, verður mett, at íleggjarar hava lagt størri dent á góðu búskapargongdina enn árinini av útlitum til færri rentulækkingar.

Tað eru serliga partabrøv hjá amerikanskum fyritøkum, sum hava givið stór avkast. Fleiri av stóru tøknifyritøkunum, sum verða mettar at fáa ágóða av vitlíki, og m.a. tí hava klárað seg serliga væl, eru amerikanskar. Men eisini í øðrum londum, og í øðrum geirum enn tøknigeiranum, hava partabrøv givið góð avkast. Samlað hava alheimspartabrøv í 1. ársfjórðingi givið avkast á 8,31%.

Avkast á statslánsbrøvum ikki eins góð
Við ársbyrjan væntaðu íleggjarar, at tjóðbankar fóru at lækka leiðandi renturnar umleið seks ferðir í 2024, svarandi til 1,50 prosentstig. Í dag roknað íleggjarar við bert tveimum ella trimum rentulækkingum í 2024, bæði í USA og Evropa, svarandi til rentulækkingar á 0,50 ella 0,75 prosentstig. Av tí sama eru marknaðarrentur á fleiri lánsbrøvum kvinkaðar upp eftir í 1. ársfjórðingi. Rentan á amerikanskum statslánsbrøvum, ið hava 10 ár til lokadag, er hækkað 0,32 prosentstig.

Eisini evropeiskar rentur eru hækkaðar – eitt nú renturnar á týskum og donskum statslánsbrøvum, ið hava 10 ár til lokadag, ið eru hækkaðar ávikavist 0,27 og 0,09 prosentstig. Harvið hava avkast frá statslánsbrøvum ikki verið eins góð og partabrævaavkast avkast í 1. ársfjórðingi. Ímeðan statslánsbrøv í stóran mun eru tengd at samfelags- og makrobúskaparligum viðurskiftum, eru virkislánsbrøv í størri mun eisini tengd at fíggjarviðurskiftum hjá fyritøkum, so sum inntøkum, skuldarlutfalli o.ø., umframt gongdini í teimum geirum, sum fyritøkurnar virka í. Sum nevnt omanfyri hava búskapargongd og útlit til inntøkur hjá fyritøkum í 1. ársfjórðingi verið betri enn væntað. Virkislánsbrøv hava tí klárað seg lutfalsliga væl, bæði hjá fyritøkum við høgari kredittmeting, men eisini hjá fyritøkum, har kredittmetingin er eitt sindur verri.

Framtíðarútlit
Tað er serliga í USA, at inflatiónin í seinastuni hevur verið hægri enn væntað. Um tann gongdin heldur fram, er ivasamt, um vit koma at síggja stórvegis lækkingar í amerikanskum tjóðbankarentum fyribils.

Hetta kann, sum áður onkuntíð víst á, tarna gongdini við búskaparvøkstri og bata í inntøkum hjá fyritøkum og elva til fall í virðisbrævavirðum.

Aftrat seinastu avbjóðingunum við inflatión eru í løtuni framvegis geopolitiskar avbjóðingar. Her verður sipað til ófrið í eysturevropa og miðeystri umframt framhaldandi spenningar ímillum Kina og vesturheimin – viðurskifti, sum sæð frá einum búskaparligum sjónarhorni eisini kunnu hava negativa ávirkan á gongdina.

Linari pengapolitikkur tykist vera útsettur eitt sindur.

Skuldi afturgongdin, sum summir greinarar enn vænta, tó komið í búskapin, vil hon sannlíkt skunda undir, at inflatiónin aftur kann fara at nærkast langskygda málinum á 2%, og at tjóðbankar aftur kunnu finna rásarúm til linari pengapolitisk tiltøk so sum rentulækkingar.

Nógv verður í løtuni umrøtt um pengapolitikk. Vit síggja alsamt fleiri greinarar eisini umrøða fíggjarpolitiskar avbjóðingar, sum standa fyri framman. Her er talan m.a. um stórar útreiðslur til vaksandi eldraøki, grøna orkuskiftið og útbygging og viðlíkahald av infrakervi. Hesi viðurskifti kunnu skynsamt eisini havast í huga, tá framyvir skal metast um, hvussu framtíðin á virðisbrævamarknaðum fer at hilnast.

Hvat vísa myndirnar omanfyri?
Avkast - 2024: Avkast á indeksi við alheimspartabrøvum og indeksi við donskum statslánsbrøvum, ið hava 5 ár til lokadag. Kelda: Bloomberg og Nordea Markets.
Rentur í Danmark: Effektiv renta á donskum 10-ára og 2-ára statslánsbrævi. Kelda: Nordea. Tjóðbankarentur: Leiðandi renta hjá amerikanska tjóðbankanum (FED) og evropeiska tjóðbankanum (ECB). Kelda: Bloomberg
Brúkarainflatión: Vøkstur í vektaðum miðalprísi á samanseting av útvaldum nýtsluvørum. Keldur: Bureau of Labor Statistics og Eurostat.
Vinnuálit: Spurnarkanningar av ídnaðarvirkjum í USA og Evropa. Eitt tal oman fyri 50 bendir á framgongd í mun til mánaðin frammanundan. Keldur: Institute for Supply Chain Manakement og Markit IHS.
Væntaður vøkstur í BTÚ - 2023: Væntaður vøkstur í bruttotjóðarúrtøku (BTÚ) eftir inflatión fyri árið 2023. Kelda: Bloomberg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo