Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vegleiðingarstovan: Í ár kunnu vit fegnast um, at Markleys Útbúgving var sera væl eydnað, og at tiltakið nú hevur 20 ár á baki. Hetta merkir, at tiltakið nú er eldri enn fleiri luttakarar, sum koma til Markleys Útbúgving.

Holger Arnbjerg, sum eigur hugskotið til Markleys Útbúgving, og hevur staðið á odda fyri tiltakinum flestu árinini, fekk tí ein heiður fyri avrikið og megnar tiltakið, sum hann hevur latið okkum øðrum.

Til Markleys Útbúgving fingu næmingar høvi at hoyra um at lesa í millum annað Stóra Bretlandi, Skandinavisku londunum, Íslandi, Grønlandi, USA, Fraklandi, Pólandi og ikki minst í Føroyum. Harumframt kundu næmingarnir hoyra um aðrar møguleikar, til dømis skiftislestur, útbúgvingarvegleiðing, arbeiðið í KT vinnuni, yrkislæru, at taka eitt ár frí, filmsframleiðslu og annað.

Næmingarnir brúktu helvtina av tíðina at vitja teir 15 básarnar, sum vóru á degnum. Við básarnar høvdu næmingarnir høvið at seta beinleiðis spurningar um útbúgvingar í Føroyum og í øðrum londum. Millum annað hægri lestur, sjóðvinnuútbúgvingar, yrkisútbúgvingar, stuðulsviðurskifti og mangt annað.

Vit vilja fegin takka øllum luttakarum, samstarvspørtum og stuðlum, sum gjørdu at tiltakið kundi bera til.

Sí myndir frá Markleys Útbúgving á okkara heimasíðu: Markleys Útbúgving - Vegleiðingarstovan (vegleiding.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo