Góði Martin, nú lá eg næstin sjóvarfallið av mær, nú tú rundaði tey áttati árini. Tað er so ymist, sum hevur órógvað sinnið og eisini havi eg verið av landi skotin teir seinastu dagarnar, nú eg rundaði tey 85.
Nei, ikki skalt tú Martin runda tey 80 árini uttan eina heilsan á vegnum.
Vit vuksu upp í sama grannalagi, men munurin av árum var so mikið stórur, at vit spældu ikki saman. Eg fór jú til skips, tá tú Martin var 10 ára gamal og vaks til, meðan eg fór á ymisk høv at fiska og royna sjóvinnuna, sum vísan sigur - sum aðrir dugandi dreingir - og sóust vit tí ikki í mong ár.
Men so ein dagin fyri umleið 23 um síðani so krossaðust okkara vegir aftur á Batasavninum í Leirvík. Nú vart tú búsitandi í Danmark og kom at vitja savnið. Prátið fall skjótt niður á bátasøguna í bygdini, og um hví so litið var fest á blað. Og hildu vit báðir at tað var spell.
Tú segði, at tú ígjøgnum seinastu árini hevði samlað og skrivað rættiliga nógv niður, um útróður í bygdini, og helt at tað kundi verið áhugavert at gjørt ein lítlan bókling - søgu - um útróðrabygdina Leirvík.
Ikki skal skrivast meir um tað í hesum høpi, men Martin, tú byrjaði at skriva, og varð ikki til at steðga aftur! Tað endaði við, at tú ikki bert skrivaði báta- og skipasøguna, nei, tú skrivaði eitt heilt lexikon um Leirvíkar bygd. Har so at siga hvør steinur er vendur, og øll, sum fødd eru í bygdini heilt frá 1600 talinum og til 2020, eru nevnd við navni Í 6 bindum - 2.900 síður, 1,5 mill orð, og er hetta eindømi í landi okkara.
Martin áhugavert er at lesa um allar slektirnar, sum hava búleikast her við hendan streymharða fjørð undir skiftandi umstøðum. Frá hungursárum, har hvirlurnar hvíttaðu allan fjørðin á landsynningi á vetri, meðan fólkið søkti sær skjól undir flagtekjum í stein-lagaðum kroysum. Ella tað var gjøgnumtrekkur av útnyrðingi við kavaroki suður gjøgnum fjørðin.
Men so skiftust tíðirnar aftur til tað betra, og tað ýddi við bláseiði í nót á sumri, meðan seiðurin kastaði sær í skýmingini runt Flesina og segði góða nátt, meðan sólin setti og gull-litaði Djúpini, meðan hon søkkandi fór í kav.
Martin! Takk fyri hesi seinastu 25 árini og fyri tað megnarverk, sum er komið á skaftið hjá tær, og takk fyri allar fyrilestrarnar tú hevur havt á savninum ígjøgnum árini. Og um heilsan er, so aftur í nóvember.
Góða ferð víðari nú lívsólin spakuliga fer rullandi niður eftir Líðarmunni .
Vinarliga
Osmund Justinussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



