Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Havi gjøgnum alt mítt lív fylgt Martini, sum í dag kann seta eitt frámerki – at fylla 70 ár og hyggja á eitt lív, sum hevur givið okkum so ómetaliga nógv!

Tá ein hevur mest fingist við tónleik, er tað innan henda eg havi fylgt honum, men Martin hevur so nógv annað, sum eisini ger hann til ein av okkara stóru.

Hvat skuldu vit havt, um ikki vit hava havt ein Martin millum okkum, kann ein spyrja, og tað er júst tað eg minnist Martin fyri.

Ikki er Martin tann, sum rópar mest upp um alt tað, ið vit áttu ella ikki áttu at gjørt, men hann hevur duga hetta at seta orð og litir á sína meining, sum so tann einstaki kann velja at lurta og hyggja at!

Tað er tað, ein kann siga er verulig og viðkomandi list, sum fer inn í dagsins veruleika og fær okkum at steðga á og taka til okkum.

Hann er ikki tann sum altíð tekur mikrofonina, men hann dugir meistarliga hetta við at seta orðini og litirnar har teir skulu, sum vit hava so ómetaliga nógv dømi um.

Eg havi fylgt Vestmonnum upp gjøgnum alt mítt tónleikalív, men eg tori at siga, at teir høvdu ikki havt tað rák við sær, um ikki tað var ein Martin Joensen við!

Havi altíð havt ein serligan tokka til hetta við tekstum og at fáa hetta inn, so hesir kunnu røra ein og geva nakað til samfelagsins viðurskfti.

Tað er júst har Martin er tann heilt stóri meistarin, tí eg ivist onga løtu í, at hann gongur leingi og hugsar, hvussu hesin ella henda vendingin kann passa inn, har hon riggar best.

Tá eg sá at vestmenningar høvdu sett stórskerm upp, kundi eg ikki lata vera við at seta meg í bilin, tí eg vildi gjarna vera har og hoyra tær ymsu útleggingarnar.

Eg haldi, sum Sunleif eisini kom inn á, at tað er júst í tí ikki so kompliseraða, eg kenni Martin best, men at tað er henda sera hepna setingin í tekstum og akkordum, sum gevur mær eina heilt serliga uppliving!

Eg má siga, at øll tey, sum vildu tulka hansara sangir, dugdu sera væl, men eg steðgaði veruliga við, hvussu hetta einfalda kann fáa ein at lurta og njóta.

Tú Martin er ein meistari, sum eisini stóra fjøldin vildi fagna, so frá mær vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku og alt gott!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo