Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hotel Atlantic – Hilton Garden Inn Faroe Islands: Martin Restorff hevur verið stjóri á Hilton Garden Inn Faroe Islands, síðani farið var undir at fyrireika og byggja hotellið fyri fýra árum síðani. Hesi fýra árini hevur hann sostatt bæði staðið á odda fyri at byggja hotellið og menna hotell-virksemið við Staravegin í Havn. Nú er stundin komin at skifta stjóarsessin á hotellinum út við ein nevndarsess.

- Í nevndini fái eg møguleikan at vera við til at víðarimenna virksemið á Hilton, meðan ein nýggjur stjóri tekur sær av dagliga rakstrinum. Tað er krevjandi at hava dagligu ábyrgdina av hotell-virkseminum, og nú gleði eg meg til at kunna hugsavna meg um hotellið á yvirskipaðum strategiskum stigi saman við nevndini og komandi stjóranum, sigur Martin Restorff, sum fer úr stjórasessinum 1. september í ár.

Formliga hevur dótturfelagið hjá Atlantic Airways, sum nevnist Hotel Atlantic, hotell-raksturin um hendi undir navninum Hilton Garden Inn Faroe Islands. Niels Mortensen er nevndarformaður, og hann er væl nøgdur við hesa loysnina.

- Martin Restorff hevur eftir stuttari tíð sett gongd á eitt hotell í Føroyum, sum er partur av einari altjóða hotell-ketu, og samstundis hevur hann sett sín heilt serliga dám á hotellið. Hetta hevur hann gjørt, meðan korona bæði var ein forðing fyri byggiarbeiðinum og virkseminum ta fyrstu tíðina, so vit eru sera takksom fyri hansara leiklut, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Nú verður farið undir at leita eftir nýggjum stjóra, sum saman við nevndini kann føra Hilton Garden Inn víðari á tí trygga undirstøði, ið er lagt seinastu fýra árini. Hilton-navnið hevur verið ein háttur at seta Føroyar á heimskortið, tí tað gevur føroyskari ferðavinnu atgongd til ein umfatandi og áhugaverdan kundaskara alt árið.

Ársaðalfundur var í Hotel Atlantic fríggjadagin í síðstu viku, 8. apríl, har m.a. roknskapurin fyri 2021 var lagdur fram. Avlopið av virkseminum hjá Hilton Garden Inn var tvær milliónir krónur fyri skatt, og tað er nevndin væl nøgd við.

- Vit eru væl nøgd við gongdina higartil. Serstakliga tá hugsað verður um, at hotellið ongan almennan koronustuðul fekk, og at avdráttarskái í koronutíðini var nóg mikið til at fáa hotellið ígjøgnum strævnu tíðina, tá alheimsfarsóttin herjaði. Og tað sær tíbetur út til, at verulig gongd aftur kemur á ferðavinnuna í ár, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður.

Í nevndini í Hotel Atlantic sita Niels Mortensen, formaður, Allan Linneberg Agerholm, Jóhanna á Bergi, Marius E. Davidsen og Martin Restorff, sum var valdur í staðin fyri Lailu Ísheim Hentze, ið fór úr nevndini á aðalfundinum fríggjadagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo