Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Meinigheit.fo: Nýggj avtala varð undirskrivað mikudagin um samstarv millum Meinigheitshúsið í Havn og Open Doors. Talan er fyri meinigheitina um at vera við í arbeiðinum at stuðla teimum forfylgdu kristnu kring heimin.

Avtalan varð undirskrivað á bønarmøtinum í Meinigheitshúsinum í gjár millum leiðslurnar í Meinigheitshúsinum og Open Doors. Hesi bønarmøtir vera framyvir hvørt mikukvøld, har meinigheitin samlast í bøn fyri teimum ónáddu og teimum forfylgdu kristnu.

Stýrið í Meinigheitshúsinum hevur í longri tíð arbeitt við eini ætlan fyri altjóða missión, sum er ein partur av málsetningunum hjá meinigheitini. Leiðslan hevur saman við meinigheitini ynskt at vera ein glokal meinigheit (lokal og global). Hetta merkir, at meinigheitin vil virka í Tórshavn og altjóða samtíðis.

Í løtuni eru limirnir í meinigheitini virknir í dagliga samfelags- og arbeiðslívinum í Havn, og eru á henda hátt vitnir fyri býarfólkinum. Men ætlanin er eisini at náa longur út til altjóða samfelagið, tí enn eru nógv menniskju, sum ikki hava hoyrt gleðiboðskapin um Jesus Kristus – og tað er teirra rættur at hoyra gleðiboðskapin.

Mong kristin líða fyri sína trúgv. Tað er okkum álagt at biðja og vísa umsorgan. Á henda hátt koma vit nærri tí kristnu kirkjuni og kunnu eisini virka fyri, at fleiri verða send út til ónáddu fólkasløgini. Samstarvið við Open Doors hevur forbøn sum sítt fyrsta endamál. Men fleiri møguleikar liggja í avtaluni, sum meinigheitin og Open Doors fara at arbeiða fyri í framtíðini. 

Avtalan er galdandi í 2 ár fyri fyrst við møguleikanum at leingja um samstarvið. Leiðslurnar fegnast um møguleikan og síggja fleiri møguleikar fyri samstarvinum at stuðla teimum forfylgdu kristnu runt heimin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo