Føroyingar halda, at í almenna rúminum skulu vit bera munnbind. Tað vísir ein spurnarkanning her á VP.
55% av teimum sum hava svarað siga, at munnbind skal vera krav á almennum støðum. 33% siga nei og 11% siga, at tey onga meining hava um tað.
1756 svar eru givin.
Føroyingar eru blivnir munandi meira tilvitaðir um vandan av korona virusinum. VP spurdi tíðliga í februar, altso áðrenn fyrsti tilburðurin varð staðfestur, lesararnar um teir stúrdu. Tá svaraðu 56% seg als ikki stúra. 29% søgdu tó, at tey stúrdu nakað. Nú, seks mánaðir seinni, siga líka nógv, at vit eiga øll at brúka munnbind tá vit fara út ímillum fólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo