

Ein húsameklari í Kanada skal gjalda 20.000 kanadiskar dollarar í bót fyri at hava drukkið mjólk úr køliskápinum hjá seljara, skrivar The Washington Post.
Hendingin fór fram 16. juli í býnum Kamloops, áðrenn ein møguligur keypari skuldi koma.
Meklarin Mike Rose kom til íbúðina hálvan tíma áðrenn keyparin skuldi koma. Hann fór so í køliskápið og fekk sær av einum mjólkapakka og setti mjólkapakkan inn aftur í køliskápið.
Vakmyndatól í íbúðini avdúkaði hendingina, sum neyvan kann sigast at vera álvarsom. Húsameklarin angrar tó sáran.
– Eg havi ongantíð áður gjørt nakað slíkt, og fari heldur ikki at gera tað aftur, sigur Rose við CFJC Today.
Tveir dagar seinni fekk hann bótina í deilstatinum British Columbia, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo