Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Katrin Jóhanna úr Miðvági, sum hevur loyvi at fiska 2.500 tons av svartkjafti av menningarkvotu, sum skuldi mennast á Snarfrost í Miðvági, landar í morgun alla lastina, góð 1.700 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, skrivar Norðlýsið

- Tað ljóðaði annars í miðlunum fyri kortum, at um ikki var gjørligt at fáa menningarkvotuna virkaða á virkinum í Miðvági var ætlanin í fyrstu atløgu at landa til virkini í Hvalba og Vestmanna, skrivar Norðlýsið.
 
Sambært Norðlýsinum hava Katrin Jóhanna og Snarfrost fingið tillutað menningarkvotu í fýra ár: 10.400 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av sild.

- Tað er stóri alirisin Bakkafrost, sum eigur Havsbrún og sum framleiður mjøl og lýsi. Tað eru útlendingar sum eiga meirilutan í Bakkafrost, skrivar Norðlýsið.

Her eru fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo