

Arbeiðir tú innan námsfrøðiliga økið, so kom við, tá vit fara seta sjóneykuna á tvey sera týðandi hugtøk í námsfrøðiliga arbeiðinum:
Mentalisering og Kreativitet
Undirvísarar eru tvær kvinnur, sum vita hvat tær tosa um. Kom og hoyr Bente Lynge og Vicki Sieling seta fokus á teir teoretisku pallarnar vit kunnu standa á, tá vit ynskja at etablera ein mentaliserandi, viðurkennandi og kreativan pedagogikk.
Arbeiðir tú á dagstovni, sum námsfrøðingur, hjálparfólk ella sum leiðari, so hygg nærri at hesum.
Skeiðið er viðkomandi, bæði um tú kundi hugsað tær eitt størri innlit í og arbeitt meiri við mentalisering, men eisini um tær dámar væl at arbeiða við kreativiteti – grunda á gransking - hjá tær og ikki minst hjá børnunum.
Skeiðið er 6. februar og kostar einans 1380+ mvg. Tilmeldingarfreistin er 19. januar 2023.
Avsláttur
Hóast skeiðið er sera bíligt, so letur Synergi heili 10% í avsláttri, um tit eru 3 ella fleiri sum tekna tykkum saman. Nýt kotuna: Synergi10, um tit tekna tykkum á heimasíðuni. Ella leyp uppum, har garðurin er lagstur (hví ikki) tekna tykkum til pr. telefon. Ring 322355.
Les alt um skeiðið her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo