Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kommunur

Vit ganga móti ljósari tíðum og kommunan er farin undir at fyrireika árligu mentanarvikuna, sum í ár verður í døgunum 13.-19. apríl.

Fyrireikarnir eru sera spentir og gleða seg til eina góða og innihaldsríka mentanarviku. Í fjør hepnaðist mentanarvikan - við meira enn 110 tiltøkum - sera væl. Nógv var at fara til, og forkunnug tiltøk vera enn havd á munni.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er sermerkt á tann hátt, at sjóneykan verður sett á søgu og samtíð, størri og smærri konsertir og list - umframt ymiskt skeiðsvirksemi, kjak og upplivingar av alskyns slag til allar aldursbólkar. Tilboð frá áhugaverda og umfatandi handilslívinum verða eisini til Open by Night. Eins og í fjør verður mentanarvikan sjónlig í allari kommununi. Í næstum verður avdúkað, hvørji tónleikanøvn verða. 

Enn ber til at fáa pláss fyri onkrum tiltaki í skránni. Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við Visit Runavík; telefon 417060 ella t-postur: visit(at)runavik.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo