Mentanarvirðislønir landsins verða í ár handaðar í Messuni í Sørvági fríggjakvøldið 23. oktober kl. 20.00.
Við virðislønunum verða listafólk og mentafólk heiðrað fyri serlig listarlig avrik og fyri teirra íkast til at menna og varðveita mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, stendur fyri handanini.
Tríggjar virðislønir verða latnar umframt sømdargáva landsins:
Mentanarvirðisløn landsins – 150.000 kr.
Virðislønin verður latin føroyskum mentafólki sum viðurkenning og tøkk fyri eitt serligt listarligt avrik.
Heiðursgáva landsins – 75.000 kr.
Heiðursgávan verður latin persónum, ið hava gjørt eitt týðandi arbeiði fyri at styrkja og fremja mentanarlig virði innan føroyska mentan, list og mentanararv.
Virðisløn til Ungt listafólk – 50.000 kr.
Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur sýnt serlig listarlig evni og longu hevur gjørt vart við seg á sínum listaøki. Endamálið við virðislønini er at viðurkenna og stuðla ungum listafólki og eggja teimum til framhaldandi listarliga menning og virksemi.
Sømdargáva landsins
Sømdargáva landsins verður latin listafólki, sum hevur útint týðandi listarlig avrik og givið eitt virðismikið íkast til føroyskt lista- og mentanarlív. Sømdargávan er ein árlig upphædd á 20.000 krónur, sum verður latin listafólkinum, so leingi tað er á lívi.
Handanin av mentanarvirðislønunum er eitt høvi til at savnast um og fagna teimum, sum við sínum arbeiði ríka føroyskt mentanarlív. List og mentan hava virði í sjálvum sær, men eru samstundis ein týðandi partur av okkara samleika, felagsskapi og trivnaði. Við virðislønunum ynskir landið at vísa virðing og takksemi fyri tey, ið skapa, menna og bera føroyska mentan fram, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Handanin verður í Messuni í Sørvági, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til hátíðarløtuna. Atgongdin er ókeypis.
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



