Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Framyvir fara ríkismyndugleikar, eitt nú Føroya Politi, at flagga við Merkinum á eitt nú ólavsøku og á flaggdegnum. Hetta er greitt eftir at Sambandsflokkurin á fólkatingi hevur gjørt avtalu við danska løgmálaráðið.

Avtalan inniber at leiðreglur eru gjørdar fyri, nær flaggað verður við ávíkavíst Merkinum, Erfalasorput og Dannebrog. Hetta er eitt stig á leiðini móti einum meira nútímans ríkisfelagsskapi, har ymsu londini fáa alsamt størri rúmd.

Framyvir fer Merkið at veittra uttanfyri hjá ríkismyndugleikunum á grækarismessu, flaggdegnum, jóansøku, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag. Á allahalgannadegnum verður flaggað við hálvari stong.

Somuleiðis fara allir ríkisstovnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi at flagga við Merkinum á ólavsøku.

Umvent fara ríkisstovnarnir at flagga við Erfalasorput á tjóðardegi Grønlands hin 21. juni.

“Ein nútímans ríkisfelagsskapur snýr seg ikki bara um at hava gott samstarv, men eisini um at viðurkenna og rúma ymsu londini og siðirnar, sum eru partur av ríkisfelagsskapinum,” sigur Anna Falkenberg, sum fegnast um, at danska stjórnin er gingin ynskjunum á møti.

Broytingarnar kunnu sostatt síggjast sum eitt ítøkiligt framstig í arbeiðinum at menna ein nútímans ríkisfelagsskap, har virðingin fyri londunum í ríkisfelagsskapinum verður uppraðfest.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #