Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023.

Ein bólkur á umleið 40 hval var á vágni, harav eini 15 hval gjørdu landgongd. Fimm grindahvalir fingu fylgisveinasendarar festar á hornið, og síðan varð øll grindin slept. Tað tók umleið trý korter at merkja og takkar Havstovan øllum fyri góða hjálp.

Eftir at vera farin av Sandavági, helt grindin leiðina suðureftir, fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð. Haðani fór hon eystur um Suðuroynna, og er síðan komin suður um Sumbiarstein.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo