Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eitt uppslag á Instagram-brúkaranum hjá argentinsku fótbóltsstjørnuni Lionel Messi hevur higartil fingið fleiri enn 66 milliónir "likes". 

Hetta er tað mesta nakrantíð á Instagram, skrivar nrk.no. 

Í uppslagnum sæst ein ovurfegin Messi fegnast um heimsmeistaraheitið, haldandi HM-steypinum yvir høvd.

Gamla metið á Instagram hevði "Eggið". "Eggið", sum er eitt uppslag frá 2019, hevur í skrivandi løtu umleið 56 milliónir "likes" á Instagram. Áðrenn hetta hevði Kylie Jenner metið við 18 milliónum "likes".

Messi hevur triðflestar fylgjarar á Instagram. Hann hevur 402 milliónir fylgjarar, meðan Cristiano Ronaldo hevur 519 milliónir fylgjarar. Almenna kontoin hjá Instagram hevur 580 milliónir fylgjarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo