Sølan hjá byggiføritøkuni Articon var 551 milliónir krónur í fjør, sum var yvir 100 milliónir krónur meira enn fyrraárið. Vinningurin eftir skatt lendi á 37,8 mió kr í fjør í mun til 35,7 mió kr í 2018.
Men trøini vaksa sum kunnugt ikki inn í himmalin. Um framtíðarútlitini skrivar leiðslan soleiðis í frágreiðingini.
- Roknað verður við væl minni virksemi og einum munandi lakari úrsliti í 2020.
Sagt verður, at nógva byggivirksemið, sum hevur verið seinnu árini, nú sær út til at fara at minka. Og tað var væntandi, tí virksemið hevur verið óvanliga stórt undanfarnu árini. Samanumtikið eru útlitini óviss, eisini vegna ávirkanina sum korona farsóttin hevur á búskapirnar í Føroyum og restini av heiminum.
Eisini varð virksemið í farna roknskaparári kloyvt, soleiðis at skilja, at fastognirnar hjá felagnum nú liggur í nýggja partafelagnum Búðir.
Miðaltalið av starvsfólkum vaks í fjør til 314 í mun til 278 árið fyri. Lønarútreiðslurnar vuksu við 20 mió kr og endaðu á 150 mió kr.
Fíggjarstøðan javnvigar við 267 mió kr, haraav er eginognin slakar 97 mió kr.
Eigararnir fáa 13 milliónir krónur í vinningsbýti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo