Bæði topplinja og botnlinja settu met hjá partafelagnum Klaksvíkar Sleipistøð í fjør.
Úrslitið gjørdist 5,8 mió kr eftir skatt, sum ikki kann samanberast við úrslitið árið frammanundan, tá 748 tkr lógu eftir á botnlinjuni til eigararnar. Eisini í mun til miðalúrslitið seinastu nógvu árini er talan um sera gott úrslit, tí seinastu 17 árini hevur miðalúrslitið hjá Klaksvíkar Sleipistøð verið 1,7 mió kr.
At arbeiði er til fleiri hendur sæst aftur í lønartølunum. 27,5 mió kr vórðu goldnar í lønum í fjør, tað er nærum 4 mió kr meira enn árið fyri.
Fíggjarstøðan javnvigar við góðum 50 mió kr, harav eru stívliga 22 mió kr eginogn.
Frimodt Rasmussen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo