Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Løntakaratalið vaks 0,9% í desember samanborið við árið fyri. Bróðurparturin av vøkstrinum eru løntakarar, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Í desember vóru stívliga 28.300 í løntakarafjøldini. Tað er met fyri ein einstakan mánað.

Tað eru 250 fleiri í løntakaraskaranum í desember borið saman við sama mánað árið fyri. Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð sum undan koronufarsóttini. Í desember vaks løntakaratalið 0,9% samanborið við árið fyri. Í desember í 2019 vóru løntakararnir 2,5% fleiri í mun til sama mánað í 2018.

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið fór niður í ferð.

Fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum
Tað leggjast bæði fleiri menn og kvinnur afturat løntakaraskaranum. Í desember vóru um 14.600 menn og 13.700 kvinnur løntakararar. Vøksturin er ávikavist 0,9% fyri menn og 1,1% hjá kvinnum í mun árið fyri. 

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo