Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Miðflokkurin: Gott og væl 150 fólk vóru møtt á landsfundi Miðfloksins, sum var hildin á Svangaskarði í gjárkvøldið. Fundurin var eisini uppstillingarfundur til løgtingsvalið, og 7 menn og 6 kvinnur vóru komin á listan við fundarlok. Uppstillingin er tó ikki endað, og væntandi verða enn fleiri á listanum, áðrenn freistin er úti mikudagin.

Formansfrágreiðing, fyribils valskrá og politisk úrslit frá seinastu trimum árunum vóru løgd fram, og gott og gevandi kjak var um hesi.

Væl var av tveimum nevndarlimum, og í nýggju nevndini eru:

- Rani Skaalum
- Leif Høj
- Fimmbogi Poulsen
- Rósa Tyril Gaardlykke
- Jenis av Rana
- Aksel Kambsskarð Berg
- Danjal av Rana, varalimur
- Mia av Kák Joensen, varalimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo