Menniskjan livir sum um hon ongantíð fer at doyggja. Og doyr so uttan nakrantíð at hava livað
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Team Rynkeby Føroyar: Leygardagin 9. september var kekkhandan í Gulu Smiðju í Saltangará. Umframt kekkhandanina vóru rørandi og inniligar røður at hoyra frá umboðum í Team Rynkeby, og Land of Maybe spældi tveir sangir á hugnaligu løtuni.

Trygvi Kallsoy, liðskipari, handaði Fríðhild Højgaard frá Hjartabarninum, kekkin við metstóru upphæddini, sum er 1.715.000 krónur. Ikki bara er hetta metstór upphædd hjá Team Rynkeby Føroyum, men hetta er størsta upphædd, sum nakað lið hjá Team Rynkeby nakrantíð hevur savnað inn.

Krabbameinsfelagið, Børnecancerfonden, Hjartabarnið, Cystisk Fibrosufelagið, Berin og Sinnisbati fáa pening frá Team Rynkeby. Í ár vóru tveir súkklarar á liðinum búsitandi í Grønlandi, og tískil letur Team Rynkeby Føroyar eisini pening til grønlendska krabbameinsfelagið seinni í mánaðinum, tá ið stór innsavning verður har. 

Vit í Team Rynkeby eru ovurfegin um stóra áhugan millum fyritøkur, kommunur, skúlar, dagstovnar og onnur, sum trúføst og gleðiliga stuðla okkara søk. Serliga hugaligt hevur verið, at børn hava skipað fyri stuðulstiltøkum og latið Team Rynkeby nógvar tíggjutúsund krónur. Vit gleðast um at lata peningin til børn, sum stríðast við sjúku, sorg, sakn ella hava sinnisligar avbjóðingar.

Vit takka hjartaliga øllum somlum, sum hava stuðlað á ein ella annan hátt farna árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo