

Allir flokkar - uttan Danmarksdemokratarnir - fara at hitta Mette Frederiksen aftur og halda fram í samráðingunum, sigur Mette Frederiksen.
Tað skrivar DR.dk.
- Tað merkir sjálvandi ikki, at allir flokkar fara at stuðla eini ávísari stjórn. Men samráðingarnar halda fram, sigur hon.
Samráðst verður aftur mánadagin, tá ið evnið verður heilsupolitikkur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo