40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri trimum árum síðani innkallaði Socialdemokratiet til samráðingar um pensjónina hjá politikarum, men síðani er einki hent, skrivar DR.

DR skrivar at sjálvt um forsætisráðharrin Mette Frederiksen (S) bara er 44 ára gomul, so hevur hon longu spart saman rættin til eina lívlanga pensjón á yvir 53.000 krónur hvønn mánaða, tá ið hon kemur í pensjónsaldur.

Tað eru hennara 20 ár sum limur í Fólkatinginum og sjey ár sum ráðharri, sum geva hesa lukrativu og lívlangu pensjónina.

Viðurskifti sum leingi hevur verið funnist at, og sum serliga socialdemokratar og vinstrapolitikarar verða kritiseraðir fyri ikki hava hava broytt.

Fyri júst trimum árum síðani innkallaði Socialdemokratiet til samráðingar til tess at gera nýggja avtalu um pensjónirnar hjá politikarum. Tað skuldi "skapast betri javnvág", ljóðaði tá frá flokkunum í stjórnini.

Men nú trý ár seinni er ikki flutt eitt einasta komma viðvíkjandi lønarpakkunum hjá politikarum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo