Hin 28. september í ár eru liðin 65 ár síðan Miðvágs kirkja varð vígd, og nú sunnudagin, 24.9 kl. 11.00, verður føðingardagsguðstænasta í kirkjuni har báðir prestarnir í Vága prestagjaldi luttaka.
Vágakórið luttekur við sangi. Aftaná guðstænastuna verður boðið til kirkjukaffi við onkrum góðum afturvið í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo