Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mia Wagner er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, ið verður send á Rás 1 hjá Televarpinum mikukvøldið klokkan 20:30 og 22:00. Vertur er Johnny í Grótinum

Mia Wagner er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, ið verður send á Rás 1 hjá Televarpinum mikukvøldið klokkan 20:30 og 22:00. Vertur er Johnny í Grótinum

Mia Wagner er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, ið verður send á Rás 1 hjá Televarpinum mikukvøldið klokkan 20:30 og 22:00. Vertur er Johnny í Grótinum

Búskapur & Vinna: Í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna er kenda danska vinnulívskvinnan Mia Wagner gestur. Hon ávarar ímóti rákinum, at kvinnur gerast heimagangandi og velja karrieruna frá.

Mikukvøldið er Búskapur & Vinna aftur á skránni í Televarpinum. Evnið hesaferð er kvinnur í leiðandi størvum í vinnuni og innan íverksetan. Gestirnir eru Mia Wagner, fyrrverandi leyvinna í kendu sendingini Løvens Hule á DR1, og Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum og limur í Javnstøðunevndini. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, er vertur.

Fríggjadagin hevði 45 ára gamla Mia Wagner framløgu á ársins Vinnudegi í Norðurlandahúsinum, har hon greiddi frá sínum royndum sum íverkseti og karrierukvinna, tá umræður at fáa størri javnstøðu í danska vinnulívinum. Í 2020 stovnaði Mia Wagner saman við makkara sínum felagið Nordic Female Founders við tí fyri eyga at styrkja støðuna hjá kvinnuligum íverksetarum. Í Búskapi & Vinnu mikukvøldið fer Mia at greiða nærri frá tørvinum á slíkum átøkum.

“Verðin gerst minni, og tú hevur minni at geva børnum tínum”
Í farnu viku skapti Mia Wagner annars stórt kjak í Danmark, tá hon í stórari samrøðugrein í Berlingske ávaraði ímóti einum nýggjum ráki, har fleiri hava mælt kvinnum til at velja karrieruna frá, meðan børnini eru smá.

Hetta hava fleiri kjakarar ført fram í greinarøð í Berlingske síðstu vikurnar.

Sambært Mia Wagner er hetta eitt tekin um ein størri grundleggjandi trupulleika í nútímans samfelagnum. Í greinini í Berlingske greiðir hon soleiðis frá: 

“Vit hava uppbygt ein heim, sum ikki hongur saman longur, har samfelagið koyrir skjótari enn einstaklingurin klárar at fylgja við. Fleiri vilja tí fegin arbeiða minni og gera minni. Tað má man sjálvandi lurta eftir, men eg haldi avgjørt ikki, at svarið er, at kvinnur skulu blíva heimagangandi.”

Mia hevði sjálv eina heimagangandi mammu, og fyri hana hevur tað verið ein motivatión at bróta við arvin og klæða sínar døtrar, sum í dag eru 16 og 17 ára gamlar, í at forsyrgja sær sjálvum og vera fíggjarliga frælsar.

“Vit skulu gevast við at formana hvørjum øðrum. Tað er ríkiliga hart at vera til staðar í samfelag okkara sum er, og vit kunnu skjótt gera hvønn annan skeivan, um vit áleggja hvørjum øðrum “sannleika” okkara” greiðir Mia frá í blaðnum.

“Og tá er tað skilligt, at summar kvinnur bara fáa hug at toga stykkið úr fyri at passa børn og heim. So klárar man seg hóast alt á onkrum øki.”

Í Búskapi & Vinna greiðir Mia Wagner nærri frá, hví hon føldi ein tørv á at blanda seg í eldfima kjakið:

“Kjakið hevði tørv á at blíva eitt sindur meira nuanserað, tí tá kjakið blívur so einsíðugt fóðrar tað mammuskommina, sum er ein oyðandi megi millum menniskju. Børn fáa tað ikki neyðturviliga betur av, at mamma gongur heima. Bæði børn og foreldur eru ymisk og hava ymiskar tørvir.”

Kvinnur hava ikki eins góða atgongd til kapital
Í sendingini mikukvøldið greiðir Mia Wagner eisini frá orsøkunum til, at hon var við til at stovna Nordic Female Founders fyri trimum árum síðani.

“Hagtølini vísa eina skeiva javnvág, har kvinnur eru í greiðum minniluta í íverksetaraumhvørvinum. Eisini vísa uppteljingar, at íverksetarafyritøkur drivnar av kvinnum aleina fáa bert 4% av váðafúsa kapitalinum, meðan íverksetarafyritøkur drivnar av monnum aleina fáa yvir 80%. So her er eitthvørt galið í sjálvum skipanum, sum ger, at vit sum samfelag ikki gagnnýta potentialið í kvinnunum” staðfestir Mia Wagner.

Í Nordic Female Founders hava tey tí gjørt fleiri átøk fyri at bøta um støðuna. Eitt nú við at skapa fleiri netverk, har kvinnur í íverksetarafyritøkum kunnu møta øðrum við líknandi avbjóðingum. At tær kunnu speglar sær í hvørjari aðrari. Eisini hava tær sett á stovn bólkar av kvinnum, ið ynskja at gera íløgur í íverksetarafyritøkur.

“Tað er nú einaferð soleiðis, at menn hava ein tendens til at seta pening í fyritøkur drivnar av monnum” greiðir Mia frá í sendingini Búskapur & Vinna. “Tí er tørvur á serligum innsatsi frá bæði leiðslum og myndugleikum til at bøta um støðuna.”

Sendingin verður at síggja á Rás 1 hjá Televarpinum mikukvøldið klokkan 20:30 og 22:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo