Ein av kendastu norðurlendsku sjónleikarunum, Michael Nyqvist úr Svøríki, er deyður, 56 ára gamal.
Hann er kendur úr Millennium-filmunum, sum bygdu á bøkurnar hjá Stieg Larsson.
Michael Nyqvist hevði verið sjúkur í eina tíð, nú hann doyði.
Tað upplýsir familjan í dag.
Dagens Nyheter skrivar, at sjónleikarin var sjúkur av krabbameini.
Michael Nyqvist lýsti sín uppvøkstur og um at vera ættleiddur í ævisøguni 'Tá barnið hevur lagt seg' frá 2010, sum var um sína egnu leiting eftir biologisku foreldrunum og sínum egna identiteti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo