Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Business Line: Nýggj uppgerð hjá hagfrøðiliga stovninum í ES, Eurostat, vísir, at búskaparvøksturin í Evropa er uppsteðgaður.

Tølini hjá Eurostat tosa sítt týðiliga mál: Búskaparvøksturin í Evropa var seinasta ársfjórðing 0 % móti minus 0,1 % ársfjórðingin frammanundan.

Høvuðsorsøkin til vánaligu gongdina í Evropa er í stóran mun hon at Týskland er í eini búskaparligari kreppu. Seinastu tølini vísa, at búskapurin í Týsklandi tódnaði við 0,3 % seinasta ár. Týskland hevur annars lokomotivið, ið hevur ávirkað allan búskapin í Evropa.

Vánaliga gongdin í Evropa hevur fingið Evropeiska miðbankan, ECB at umhugsa rentulækkingar. Í seinastu viku kom fráboðan frá ECB um, at rentan enn eina tíð verður verandi á 4%.

Serfrøðingar vænta, at ECB kemur við fyrstu rentulækkingini longu í vár.  Hetta kemst av vánliga evropeiska búskapinum og metingum um, at prísvøksturin í Evropa er fallandi.   

Mett verður at Evropeiski Miðbankin fer at koma við fleiri rentulækkingum í 2024 svarandi til umleið 1-1,5 %.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo